Ingeborg Winther gjørdist feðrafólk nummar ein millión, sum Atlantsflog flutti, síðan felagið varð stovnað fyri skjótt 16 árum síðan.
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag visti av ongum, tá hon varð tikin burturfrá eftir at hava skrivað seg inn við diskin hja Atlantsflogi á flogvøllinum týsdagin. Fleiri tíðindafólk vóru á staðnum, og nógvar myndir vórðu tiknar av ferðafólkinum. Fólk frætti, hvat fór at henda, men eingin visti, hvør viðkomandi var, sum gjørdist nummar ein millión hjá føroyska flogfelagnum
Magni Arge, stjóri hjá Atlantsflogi, handaði Ingerborg Winther eitt gávukort, sum var ein ferðaseðil fyri tvey á rutunetinum hjá Atlantsflogi umframt eitt blómutyssi.
Ingeborg Winther takkaði fyri og helt, at tað fór helst ikki at verða nakar frá arbeiðsgevarasíðuni, sum slapp at ferðast við henni. Suðuri í Vági sat ein prrsónur, sum hon sjálv kundi hugsað sær at farið at ferðast saman við, segði hon, og eingin ivaðist í, at tað var mannin, Andrew, hon hugsaði um.
Blómutyssið bað hon starvsfólk hjá Atlantsflogi bera Ellisheiminum í Miðvági sum eina heilsu.
Tað tók Atlantsflogi nakað meira enn 15 ár at náa ferðafólki nummar eina millión, sigur Kent Christensen, sølu- og marknaðarleiðari hjá felagnum. Fyrstu hálvu milliónina tók tað tíggju ár at náa, og tað seinnu hálvu brúktu tey helvtina til, sigur hann.
Hann sigur, at útlitiini hjá Atlantsflogi eru hampilig í løtuni. Tey vænta ein vøkstur í ferðafókatalinum í ár í mun til í fjør.
Jólaferðslan er løgd til rættis, og hon sær út til at fara at verða nógv. Tíggju eykaflogfør eru løgd á ferðaætlanina, greiðir hann frá.
Eitt nýtt átak byrjar eisini nú, sum tey kalla at ferðast á jólum. Talan er um at fáa fólk at ferðast úr Føroyum til eitt nú Keypmannahavnar, Billund, Aberdeen og Oslo um jólini. Flogførini koma full heim við føroyingum, sum koma hendanveg at halda jól. Og roynt verður so at fáa fólk at brúka setrini hinvegin eisini, sigur Kent Christensen.
Jóaflúgvingin byrjar 18. december og heldur fram til tollaksmessudag. Beint eftir nýggjar plaga fólk so at fara avstað aftur. Vanliga er nógva ferðslan liðug um trettanda ella so.