Nú skal skil fáast á viðurskiftini hjá hotellunum og matstovunum í Føroyum.
Fyri einum ári síðani varð sáttmáli gjørdur ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og Føroya Arbeiðsgevarafelag hinumegin, sum eisini skuldi umfata starvsfólkið á hotellum og matstovum.
Men kortini hevur tað gingið ógvuliga strilti at fáa viðurskiftini í rættlag, tí framvgis eru tað bara Hotell Vágar og ein einsamøll matstova í Havn, sum vilja halda sáttmála.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag vil ikki siga, hvørja matstovu, talan er um.
Men hon vil ikki longur góðtaka, at hotellini og matstovunrar ikki vilja halda sáttmálan, tí hóast tey ikki eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, varð nevndin í gistingarhúsfelagnum við í samráðingunum.
Men nú hevur Føroya Arbeiðarafelag í samstarvi við Havnar Arbeiðskvinnufelag sett sær fyri at fáa viðurskiftini í rættlag.
Ingeborg Vinther sigur, at tað leingi bara hevur verið Hotell Vágar, sum hevur hildið seg til sáttmálan.
Men beint áðrenn páskir fingu øll hini hotellini og gistingarhúsini skriv um at fáa viðurskiftini í rættlag.
? Einasta svar, vit fingu, var frá eini matstovu í Havn, sum eisini hevði fingið síni viðurskifti í rættlag, sigur Ingeborg Vinther.
Sostatt eru enn fleiri gistingarhús og matstovur kring landið, sum ikki enn hava fingið viðurskiftini í rættlag.
Fyrireika altjóða boykott
Men tað skal broytast nú, leggur hon avgjørd afturat.
Hon sigur, at fyrsta stigið verður at kalla øll, sum arbeiða í vinnuni til fundar at umrøða støðuna.
Men hjálpir tað ikki, er Føroya Arbeiðarafelag sinnað at taka sterkari lút í brúk fyri at loysa ósemjuna.
?Hjálpir hetta ikki, eru einastu ráð at leita sær uttanlands eftir hjálp, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at kemur ikki broyting í nú, eru arbeiðarafeløgini til reiðar at venda sær til feløg og stovnar uttanlands og greiða teimum frá støðuni, so at tað kann verða skipað fyri at hotellini og matstovurnar, sum ikki vilja halda sáttmálan, koma á svartalista og verða boykottað.
Ingeborg Vinther sigur, at hetta hevur longu fingið avleiðingar, tí tað er gjørt av, at ein norðurlendsk fakfelagsráðstevna, sum verður í Føroyum í næstum, verður flutt úr Havn, vestur á Hotell Vágar. Og kemur støðan ikki í rættlag, fara vit víðari og mæla feløgum, bólkum og stovnum frá at gista á hotellum og eta á matstovum, sum ikki halda sáttmálan, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.