Ingeborg lovar at seta hart ímóti hørðum

Endar sáttmálatrætan við arbeiðsgevararnar við arbeiðssteðgi, fara vit at seta hart ímóti hørðum og fara ikki at geva eitt tað einasta undantaksloyvi, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag. Men Smyril verður ikki lagdur

- Endar hetta við arbeiðssteðgi, fara vit at seta hart ímóti hørðum.

Samráðingarnar ímillum arbeiðsgevararnar og tey fimm arbeiðarafeløgini um nýggjan sáttmála, eru slitnaðar og semingsmenninir eru boðsendir.

Men Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, ger longu nú greitt, at enda semingsroyndirnar eisini úrslitaleysar, so at arbeiðssteðgur verður, fara arbeiðarafeløgini at seta hart ímóti hørðum.

Semingsmenninir skulu hava sín fyrsta fund við partarnar í morgin, hósdagin og tá fer hann uttan iva at útseta eitt møguligt verkfall í eina viku.

Men longu áðrenn semingsroyndirnar byrja, staðfestir Ingeborg Vinther, at endar hetta við arbeiðssteðgi, hava arbeiðarafeløgini sett sær fyri at gera arbeiðssteðgin so effektivan sum gjørligt frá allar fyrsta bríksli.

- Tað merkir, at vit hava longu gjørt okkum greitt, at vit fara ikki at geva eitt tað einasta undantaksloyvi, skuldi hetta enda við arbeiðssteðgi.

Ingeborg Vinther sigur, at hvørja ferð, arbeiðssteðgur er, plaga arbeiðarafeløgini at fáa ein hóp av umsóknum um undantaksloyvi til alt handa slag av arbeiði ella flutningi, sum er rakt av arbeiðssteðginum.

- Men hesuferð hava vit sett okkum fyri, at arbeiðsgevarar og onnur kunnu akkurát tað sama spara sær at ringja til okkara at biðja um undantaksloyvi, tí vit eru samd um, at umsóknirnar verða afturvístar uttan himpr.

Ingeborg Vinther sigur, at hetta eru fakfeløgini samd um fyri at gera arbeiðssteðgin so effektivan og sostatt eisini so stuttan sum gjørligt.

- Fara vit at geva eftir her og har og at geva undantaksloyvið av ymsum slagi, máar tað bara støðið undan arbeiðssteðginum og er bara við til at gera hann drúgvari enn neyðugt er.

Annars hava arbeiðarafeløgini eina avtalu við arbeiðsgevararnar um at undantak skal gevast til at berja niður sjúku í alibrúkum, so í slíkum føri, sleppa limirnir í arbeiðarafeløgunum til arbeiðis.

Annars verður undantaksloyvi bara givið, har vandi er fyri lívi og heilsu.

- Men annars verða ongi undantaksloyvi givin, tí hesuferð leggja vit so harða linju, sum ongantíð áður, staðfestir Ingeborg Vinther.

- Tað hava tey fimm arbeiðarafeløgini sett okkum fyri og har er ongin slingur í valsinum. Hesuferð skal ongin gera sær nakrar sum helst vónir um, at tað verður sum seinast, leggur hon afturat.

 

Smyril sleppur at sigla

Nú hevur ofta verið átalað, at hvørja ferð arbeiðssteðgur er, verður Smyril lagdur lamin. Eisini tá ið arbeiðssteðgur er hjá arbeiðarafeløgunum, tí teir, sum binda og loysa Smyril, bæði í Havn og í Suðuroy, eru limir í arbeiðarafeløgunum?

- Smyril er okkara koyrivegur ímillum Suðuroy og Havnina, so hann verður ikki lagdur, staðfestir Ingeborg Vinther.

Sostatt staðfestir hon, at hóast Smyril av røttum átti at verðið lagdur, eru feløgini sinnað at lata hann sigla sum vant.

Tað hava arbeiðarafeløgini eisini gjørt áður, so hetta verður fylgt upp aftur hesuferð, kemur tað so langt.

- Men treytin verður, at Smyril ikki tekur farm við. Hann skal bara flyta ferðafólk og vanligar bilar, sigur hon.

Áður, tá ið Smyril er sloppin at sigla, hóast arbeiðssteðgur hevur verið, hava nógvar royndir verið gjørdar at sníkja farm umborð.

Men hesum hevur Ingeborg fleiri ferðir ávarað staðiliga ímóti, tí verður undantaksloyvið misbrúkt, kann tað henda, at undantaksloyvið eisini verður tikið frá Smyrli.

 

Fyrireika seg

Hóast Ingeborg Vinther vónar, at tey fáa eina semju í friði og náðum, eru arbeiðarafeløgini longu farin at fyrireika seg til tað ringasta.

Í hesum sambandi hava tey havt fund við lyklafólk í øllum landinum.

- Vit hava havt fund við okkara lyklafólk um alt landið, sum øll eru til reiðar at samskipa tiltøk, hvør í sínum øki, verður tað neyðugt.

- Og tey vita akkurát, hvørjar uppgávur, hvør hevur, endar hetta við verkfalli ella verkbanni fyri at arbeiðssteðgurin kann verða so effektivur og sostatt eisini so stuttur sum gjørligt, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.