Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fær eina alvorliga skortfleingju í brævi frá Ingeborg Vinther, formanni í Føroya Arbeiðarafelag.
Ingeborg Vinther er í øðini um, at Karsten Hansen í brævi til Hósvíkar Kommunu sigur seg meta tað óheppið, at 1. mai verður fastur frídagur hjá dagrøktarmammunum.
Hesa orðingina heldur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag vera slíka niðurgerð av ávísum løntakarabólkum, sum sjálvdan er sædd áður.
Grundin til harðligu átaluna, fíggjarmálaráðharrin fær frá Føroya Arbeiðarafelag, er bræv, sum landsstýrismaðurin hevur sent Hósvíkar Kommunu við viðmerkingum til sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Hósvíkar Kommunu um dagrøktarmammurnar - og pápan - hjá kommununi.
Landsstýrismaðurin hevur viðmerkingar til trý ting í sáttmálanum. Lønina, frídagar og ásetingar um matpakkar og skiftiklæði, børnini skulu hava við í dagrøkt.
Lønina heldur landsstýrismaðurin í fíggjamálum vera ov høga og vil hava eina nýggja útrokning.
At dagrøktarmammurnar skulu hava frí1. mai, metir landsstýrismaðurin óheppið, tí tað hava onnur, sum arbeiða við barnaansing, ikki, sigur hann.
Og ásetingar um, hvørt børnini skulu hava matpakka og skiftiklæði við, heldur hann, at dagrøktarskipanin, t.v.s. arbeiðsgevarin, eigur at gera reglugerð um.
Í brævi til Karsten Hansen, landsstýrismann, sum eisini er sent fjølmiðlunum, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, at tað er so eitt, at landsstýrismaðurin roynir at forpurra lønarásetingarnar, sum Hósvíkar Kommuna og Føroya Arbeiðarafelag eru samd um.
Føroya Arbeiðarafelag heldur, at fíggjarmálaráðharrin eigur at halda fingrarnar burtur frá avtaluni, tá partarnir eru vorðnir samdir um orðingina.
Men verri er, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at leggja seg út í, hvørjar frídagar, partarnir avtala sínamillum.
Føroya Arbeiðarafelag metir tað ovboðið, at landsstýrismaðurin vil forða nøkrum limum felagsins í at hava frí 1. mai, sjálvan altjóða arbeiðaradagin. Felagið ger prúra greitt, at allir limir felagsins uttan udnantak hava frí 1. mai.
Tað er ovboðið, heldur Føroya Arbeiðarafelag, sum sigur seg ongantíð fyrr hava upplivað slíka vnvirðing av løntakarunum. Og her hevur felagið skyldu at tala at, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag í brævi til Karsten Hansen , landsstýrismann.










