Ingason: Sigursmálið hjá TB var ikki offside (FM1)

(FM1) Poul Ingason hjá TB fegnast um, at 1. dómarin tók tað røttu avgerðina í samband við sigursmálið hjá TB

##med2##

TB vann ein sera týðandi 1-0 heimasigur á Skála við Stórá í Trongisvági fyrr í dag. Sigursmálið skoraði Filip Obradovic í 58. minutt.

Í samrøðu við FM1 segði høvuðsvenjarin hjá Skála, Sorin Anghel, at hann skilti ikki  ikki dómaraavgerðirnar kring sigursmálið hjá TB.

Sorin greiddi frá, at fyrst veittraði hjálpardómarin fyri offside, men so tók 1. dómarin og broytti avgerðina, og dømdi mál til TB.

Tá FM1 fekk orðið á Poul Ingason hjá TB hevði Poul sæð støðuna aftur á video, og Poul Ingason staðfestir, at Rúni Gaardbo tók tað røttu avgerðina tá hann dømdi mál til TB.

Fyri Poul og liðfelagarnar var tað ein stórur lætti og framúr góður sigur, og nú ætla teir í TB sær aftur stig tá Víkingur kemur á vitjan komandi fríggjakvøld. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Poul Ingason fyrr í kvøld. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við høvuðsvenjaran hjá Skála, Sorin Anghel. 

(Samrøða: Poul Ingason TB)