Ingason: Hetta var ein stórur lætti

Skálaveteranur vil ikki brúka nógvu skaðarnar sum orsøk fyri vánaligu gongdini

Ferðin um Suðuroyarfjørð mundi kennast góð hjá TB. Ferðalagið fór norður fyrrapartin, og ein hálvan tíma fyri midnátt var Smyril aftur á Krambatanga.

Sunnudagin eigur TB aftur heimadyst. Higartil í ár er tað ikki eydnast at vinna á heimavølli. TB hevur tapt ímóti KÍ, B36 og HB. Næsti gesturin við Stórá verður AB, og eftir 2-0 sigurin á Skála í kvøld, vóna teir í TB, at tað skal eydnast at vinna á heimavølli.

-Áskoðararnir stuðla okkum nógv, og bæði teir og vit harmast um, at tað ikki enn er eydnast at vinna stig á heimavølli, tí vit hava verið tætt við, og vit hava spælt væl á heimavølli, sigur Poul Ingason, sum í tíðini, sum dómarin legði aftrat, umsetti brotsspark til mál og 1-0 sigur.

Hvussu upplivdi tú fyrsta sigurin, sum í kvøld varð vunnin á Skála?

-Talan var um sera javna uppgerð, sum kundi fara báðar vegir. Tá ið Ndende við stútara eftir horna hevði lagt okkum framum, legði Skála nógv fyri. Teir fluttu fleiri spælarar fram, og so varð tað spennandi í báðum endum, men vit hildu tørn, og tá ið vit so fingu brotsspark og skoraðu til 2-0, kendu vit, at tað var greitt, at vit fóru at vinna.

Hvussu var spælið?

-Í fleiri dystum á heimavølli hava vit verið væl nøgdir við leikliga avrikið, men tá hava vit ikki vunnið úrtøku. Í kvøld spældu vit ikki serliga væl. Talan var um ikki so skipaðan dyst, men vit vunnu, og í tí støðu, sum vit nú eru i, hevur tað mest at siga, sigur Poul Ingason.

Skála miðvallarin Niels Pauli Danielsen ásannar, at tað sær svart út, nú Skála bara hevur eitt stig. Skaðalistin hjá skálamonnum er langur, men veteranurin vil ikki brúka tað at krógva seg aftanfyri:

-Tað eru nógvir dystir eftir at spæla, og tað er einki annað at gera, enn at vit spíla okkum uppaftur meiri út. At tað eru nógvir skaddir spælarar, kunnu vit ikki brúka til so nógv, tí tað eru eisini onnur feløg, sum eru plágað av skaðum, sigur Niels Pauli Danielsen.