Inga tapti móti Týsklandi

Í einum tyngri vektflokki, enn hon vanliga berjist í, eydnaðist ikki Ingu Remmel at vinna seg víðari í EM-kappingini í judo

Judo

 

15 ára gamla Inga Remmel úr Havn, sum vann bronsu í judo á oyggjaleikunum á Rhodos í farnu viku, luttók um vikuskiftið í EM fyri gentur føddar í 1991-1992. Kappingin var á Malta og varð hon skipað sum ein cup-kapping, har vinnarin fór víðari og taparin reyk út. Tíverri tapti Inga sín fyrsta dyst móti eini gentu úr Týsklandi, og kom hon sostatt ikki víðari. Á Rhodos kappaðist Inga í vektflokkinum -48 kg, men á Malta kappaðist hon í –52 kg. Og ein tyngri vektflokkur enn vant hjálpti ikki havnardamuni.