Inga Simonsen 65 ár

Í dag 21. apríl verður Inga Simonsen, fødd Gunnarsson 65 ár.

 Inga er dóttir Herborg, fødd Joensen (1918-1997) og Gunnar Gunnarsson (1916-1992). Inga er næstelst av 5 systkjum. Hini systkini eru Sólvá, sum er gift Arna K. Olsen úr Rituvík. Sólvá býr beint norðanfyri Esbjerg. Jórun sum er gift Osmund Justinussen úr Leirvík. Gunnar yngra, sum er giftur Jancy Jacobsen úr Klaksvík. Yngsta systurin er Odvør, sum er gift Jógvani á Lakjuni úr Fuglafirði.
Inga er fødd í Vági meðan seinni heimsbardagi leikaði uppá tað harðasta. Havnin bleiv illa bumbað av týskum bumbuflogførum um hetta mundið, og tí var Herborg flýdd til Vágs at eiga. Herborg og Gunnar vuksu bæði upp í Vági. Barna og ungdómsárini vaks Inga upp úti í Mattalág. Leingi vóru húsini hjá Herborg og Gunnari millum tey ytstu húsini í Havnini. Tá ið Inga var liðug við Realskúlan fór hon í læru á Føroya Jarðarráði, har Hans Jákup Jacobsen (Heðin Brú) var stjóri. Heðin Brú skrivaði eina vakra yrking til Ingu táið hon var avlærd har. Sum skrivstovukvinna hevur Inga arbeitt bæði hjá Hanus Debes Joensen, gamla landslæknanum, hjá Føroya Landsstýri, Kongiliga Grønlendska Handlinum (1975-79), og síðstu nógvu árini á Menningarstovuni. Fyrst uppi við Hoyvíksvegin, og síðani á Bryggjubakka.
6. november 1965 giftist Inga við Árna Simonsen (1936-1999), sonur Marthu, fødd Joensen
(1910-1995) úr Leirvík, og Sigurd R.F. Simonsen (1912-1994) úr Sandavági. Martha og Sigurd fluttu til Fuglafjarðar í 1938, og har vaks Árni upp barna og ungdómsár síni! Árni var næstelst av 9 systkjum. Árni var sjómaður øll árini frá 1949 líka til 1991 tá Parkinsonsjúkan noyddi hann at leggjast uppi á landi. Árni tók stýrimansprógv í 1960. Yrkisleiðin hjá Árna førdi Ingu og familjuna bæði til Esbjerg og til Manitsoq (Sukurtoppin) í Grønlandi. Ungdómsárini við síðutrolarunum har mong ein vaktin var brotin, og strævnu mandómsárini í Norðurhøvum tærdu uppá Árna, og í 1999 legði Árni árarnir inn aftaná 8 strævin ár, merkt av sjúku. Øll nærum 34 árini tey vóru gift var Inga honum ein góð kona. Inga er ung í skinni og sinni. Hon er teldusnillingur burturav, og er sera praktiskur fyriskipari. Hon viðlíkaheldur eina heimasíðu, og hjálpir einum trúboðarafelagsskapi við skrivligum arbeiði. Hennara unga sinni hevur hjálpt henni væl í tí stuðuli og hjálp hon hevur givið sangbólkinum Salt.
Í 1966 og 1968 fekk Inga synirnar Marna og Hera. Marni er giftur Mai Laksáfoss úr Klaksvík. Tey eiga børnini Fríðu, Árna og Ingu. Marni er sjálvstøðugt vinnurekandi. Heri arbeiðir hjá Postverkin um. Inga er burturstødd føðingardagin.