Altjóða kvinnudagin, sunnudagin 8 mars kl 15.30, skipar Kvinnubólkurin í Vágum fyri hugnaløtu við fyrilestri, sangi o.ø. í Bygdaskúlanum í Miðvági
Inga Poulsen Dam tosar um evnið: Kvinnan, ein duramátta. Trioin við Dortheu, Jensiu og Óluvu syngur. Drekkamunnur fæst við onkrum afturvið og sum vanligt verður tjak á skránni.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Kvinnubólkurin í Vágum.