Inga og Jákup Haraldsen gullbrúdleyp

Leygardagin 11. januar 2004 kundu hjúnini Inga og Jákup Haraldsen í Havn halda gullbrúdleyp.

Inga er fødd á Skála í 1932, dóttir Mariu, f. Magnussen, úr Saksun, og Dánjal Paula Jacobsen, úr Gøtu. Tey búðu á Skála og høvdu skipasmiðjuna har. Sum átta ára gomul flutti hon til Havnar og búði Hoydølum.

Hon er útbúgvin defektrisa og hevur arbeitt á Apotekinum í Havn.

Jákup er vestmenningur, føddur í 1923, sonur Magdalenu, f. Jacobsen, úr Mykinesi, og Aksel Haraldsen, snikkarameistara, ættaður úr Sandavági.

Jákup tók studentsprógv á Sorø og lærdi til farmaceut. Í 1950 fekk hann starv sum farmaceutur í Havn, og fyrst í 70-unum bleiv hann settur sum landsapotekari. Hetta starv røkti hann til 1993, tá hann legði frá sær, 70 ára gamal.

Jákup hevur verið virkin í dansifelagnum í Havn og skipaði t.d. fyri barnadansi í Havn í 50-unum. Hann hevur altíð havt áhuga fyri náttúruni og gingið á fjall í Saksun og í Hoyvík, skotið harur og verið til útróðrar.
Saman hava tey gingið nógvar túrar og vitjað forkunnug støð, bæði í Føroyum og uttanlanda.
Seinnu tíðina sum landsapotekari var Jákup við til at smíða núverandi lógirnar fyri apoteksverkið, og eftir at hann fór frá sum landsapotekari, var hann ráðgevi hjá Árna Dahl, sum skrivaði bókina um føroyska apoteksverkið.

Inga og Jákup eiga trý børn: Tóru, sum býr í Danmark, og Dánjal Paula og Aksel, sum búgva í Havn. Eisini eiga tey 9 ommu- og abbabørn.