Inga Ellingsgaard 60 ár

Sunnudagin 18. mai fyllir Inga Ellingsgaard í Havn 60 ár

Hon er ættað úr Klaksvík, men foreldrini vóru ikki haðani. Mamman Palma Soldal var úr Sumba, og pápin Rasmus Rasmussen var av Kirkju. Umframt Ingu fingu Palma og Rasmus synirnar Mortan í 1941 og Hans Jákup í 1946.
Inga tók realprógv í Klaksvík í 1960. Hon hevði ymisk størv í Klaksvík í tvey ár og fór so til Keypmannahavnar, har hon fekk útbúgving innan postverkið.
Hon giftist í 1964 við Einar Ellingsgaard av Eiði. Tey fingu døturnar Randi í 1970 og Beintu í 1971. Inga og Einar búðu í Danmark í nøkur ár, men fluttu heimaftur í 1977 og búsettust í Havn. Hon fekk starv á Postverkinum, har bróðurin Mortan eisini starvast, og hann á Royndarstøðini í Hoyvík.