Nakrir penslar
liggja og sova
í einum skála,
har Ingálvur
plagdi at mála.
Summir eru gráir
og ikki so fáir
eru svartir,
og onkur ljóst grønur
sum mosi í flotkeldum
ella eins og grønkandi
várligur bøur.
Har eru penslar stórir og smáir,
og onkur er bjart reyður,
nú Ingálvur er deyður.
Hesi penslabørn
leingjast eftir
sínum flógvu faðirshondum,
sum so trygt
leiddi tey út
á stórar fløtur
í ókendum londum -
leitandi eftir farvukornum,
sum hava sínar røtur
í svørtum homrum
og gráum stýggjum -
leiftrandi í mosalittum
vindum lýggjum -
undir korkalittum
flógvum fjallarókum.
Sovið penslabørn
undir fjallakrókum
til tykkar uppreisnarstund,
tá ið tit aftur skulu á fund
saman við tykkara faðir,
sum nú dvølur í Mamrelund
í sínum litríku myndum
saman við drotti
í andans rómi,
sum er ein litríkur
symfoniskur
himnatóni -
í myndunum hjá Ingálvi,
nú hann penslarnar
frá sær legði.
Friður veri við penslabørnunum
hjá Ingálvi av Reyni!
Frits Johannesen










