Infrakervið útbyggjast munandi

Arbeiðsbólkurin, ið hevur viðgjørt grundarsteinin Infrakervi, mælir til, at umfatandi útbygingar verða gjørdar bæði í vegir, tunlar og ferjur

Tá Visjón 2015 er førd út í lívið, skal tað í mesta lagi taka tveir og ein hálvan tíma at koma til Havnar úr fjarasta staði í landinum.

Her verður sjálvandi hugsað um Suðuroynna og tað merkir, at úr Sumba til Havnar skal ferðatíðin ikki verða meiri enn hálvantriðja tíma.

Tá verður roknað við tunli millum Streymoynna og Sandoynna og ferðasambandi av Sandi til Hvalbiar.

Úr øðrum støðum í landinum skal í mesta lagi nýtast hálvurannnar tími til ferðing til Havnar, har landafast ikki er, og har vegasamband er allan vegin, skal ferðatíðin ikki fara upp um ein tíma.

Hartil ásetur arbeiðsbólkurin, at ferðatíðin til umráðandi virksemi, sum tað verður nevnt, tað er handlar, læknahjálp og postavgreiðslu, skal í mesta lagi vera hálvan tíma. Sama er galdandi fyri ferðatíðina millum Havnina og flogvøllin.

Aftrat hesum verður mælt til at gera ein hóp av íløgum í vegir, tunlar og ferjur. Fyri vegakervið verður mælt til fylgjandi.

 

Tiltøk og tíðarfreistir:

Hovstunnil 2007

Vegur um Leirvík 2008

Tryggja vegirnar til Tjørnuvíkar og Dals móti omanlopi 2008

Innkomuvegir til Havnar 2010

Aðrar ábøtur, t.d. vegakervið í Kalsoynni og brúgvin um Streymin 2010

Vegur um Skálabotn 2012

Tunnil norður um Fjall 2012

Sandoyartunnil 2014

Eysturoyartunnil 2014

Tunnil millum Skálafjørðin og Gøtudal/Kambsdal 2014

Hvalbiartunnil 2015

 

Framkomuleiki og smidleiki

Í viðmerkingunum til hetta verður sagt, at í 2006 var ferðatíðin til Havnar, har landfast var, ein tími, tó undantikið ávís øki og bygdir í Eysturoynni og bygdirnar norðan fyri Klaksvíkina. Men tá Eysturoyartunnilin er komin, verða eisini hesi støð komin upp í hendan fjarleika.

Men tað verður eisini neyðugt at gera annan atkomuveg til Havnar, um ikki orkuføristrupulleikar (kapacitets-) við bíðitíð skulu verða kring høvuðsstaðin. Hesin vegur skal gera tað lættari at koma til Havnar og føra ferðsluna uttan um og inn í býin á skilagóðan hátt.

Á Borðoynni er trupulleikin tann, at stór akfør ikki sleppa gjøgnum tunlarnar, og tí mugu hesir útbyggjast ella nýggir gerast. Eisini skal ferðatíðin úr Suðuroynni skerast niður í hálvantriðja tíma, og letur hetta seg gera, tá Hovstunnilin er gjørdur, nýggjur Hvalbiartunnil komin, tá siglandi er millum Hvalba og Sandoynna og tá koyrandi er av Sandi til Havnar.

Somuleiðis verður neyðugt við ábøtum á vegirnar til Tjørnuvíkar og Dals soleiðis, at hesir verða tryggjaðir móti omanlopi, eins og brúgvin um Streymin krevur ábøtur.

»Rakstur, viðlíkahald og vetrarhald skulu skipast soleiðis, at flytføri, framkomuleiki og smidleiki eru av tí besta«, verður sagt í frágreiðingini.

 

Sjey nýggj skip

Fyri sjóleiðirnar mælir bólkurin til, at ikki færri enn sjey nýggjar ferjur verða bygdar komandi sjey árini. Fyri hesi síggja »Tiltøk og tíðarfreist« soleiðis út:

 

Farmaskip 2011

Nólsoyarskip 2008

Svínoyar/Fugloyarskip 2008

Skúvoyarskip 2009

Kalsoyarskip 2010

Mykinesskip 2013

Hest/Koltursskip 2014

 

Hartil skulu fleiri havnir tillagast nýggju skipunum. Tann tíðarfreistin sær soleiðis út:

 

Havnatillaging til nýggj skip 2011

Havn í Svínoy 2012

Havn í Skúvoy 2013

Havn á Sandi 2014

Havn í Hvalba 2015

 

Tá hugsað verður um fólkaflutning metir arbeiðsbólkurin, at mest umráðandi er, at hædd verður tikin fyri ferðatíð, ferðadygd, smidleika og at flutningstólini eisini eru egnað til fólk við niðursettum førleika. Mælt verður til at útvega skjóttgangandi skip – tað er minst 22 knob – á farleiðunum til Nólsoyar, Skúvoyar, Mykinesar, Svínoyar og Fugloyar og út í Hest og Koltur.

Hartil eiga nýggj skip at kunna sigla í minst líka ringum veðri sum verandi skip. Eisini verður mælt til, at eitt serligt farmaskip verður útvegað til farmaflutning til nevndu oyggjar.

Eydnast alt hetta at fremja í verki innan ár 2015, má sigast, at Føroyar fara at hava eitt vælútbygt infrakervi, og at útjaðarin í mestan mun er tikin við í framtíðarætlanir fyri landið.