Sunnudagin 12. september verður tiltak í SALT á Drelnesi á Tvøroyri, ið er fyri at gera vart við skeið í føroyskum fyri útlendingar, ella sum tað verður sagt í almennu lýsingini; … in relation to Faroese as a second language course for non-Faroese speakers starting in the fall.
Á skeiðinum verur dentur á at læra føroyskt, men eisini at læra t.d. føroyska mentan og samfelagið at kenna. Sagt verður soleiðis:
The purpose of the information event is to inform about Faroese as a second language program, which is based on the Common European Framework of References for Languages (CEFR) and what possibilities foreigners have on learning Faroese, society, and culture as well as how and where you can sign up for the Faroese as a second language program.
David Im og Durita Kastalag frá Útlendingastovuni taka lut í SALT sunnudagin, og har verður eisini ábit og tónleikur, og høvi verður at hitta lærararnar á skeiðnum. Til ber at seta seg seg í samband við Lív Næs, kvøldskúlasamskipara, á liv(at)tvoroyri.fo
Ein kann eisini vitja heimasíðuna Tvøroyrar kvøldskúli (tvoroyrarskuli.fo)