Í hesum festival- og stevnudøgum savnast nógv fólk - stór sum smá - á sama stað. Tey stóru fólkini villast sum oftast ikki burtur, men verri kann onkuntíð verða við teimum smáu.
Um heilt illa vil til og tað ger tað tíbetur sjáldan í Føroyum kann tað henda, at tey smáu villast burtur frá foreldrunum ella teimum vaksnu, ið tey eru saman við.
Í fall at ein kemur í eina sovorðna støðu, kann tað vera hent, at barnið hevur eitt Infoband um armin.
Á Infobandinum kann eitt nú fartelefonnummarið hjá foreldrunum vera skrivað á, so samband fæst við foreldrini.
Er ein á feriu uttanlands, kann mann eisini eitt nú skriva, hvørjum landi barnið kemur frá, ella um barnið hevur onkra sjúku, ið atlit møguliga skulu takast at.
Hesi smørtu og flottu armbondini fáast fyri 19 krónur frá barnaalnetshandlinum, Kúllurin & Gellan www.kulgel.com.
Infobondini fáast ókeypis, um keypt verður frá Kúllurin & Gelluni í juli mánaði.