- Kappingin um lýsararnar er mangan hørð. Hetta krevur, at virkisfýsni er í hásæti. Tí er manningin aftan fyri in.fo eisini til reiðar at flyta seg fyri at fáa so skjótt samskifti við kundarnar sum møguligt.
Tað sigur sølu-og marknaðarleiðarin í Miðlahúsinum, Birgir Waag Høgnesen.
Hann vísir á, at alt samskifti nú á døgum gongur sera skjótt, og hetta merkist hvønn dag. Tí ræður eisini um at fylgja væl við.
- Vit hava nú gjørt tað møguligt hjá lýsarum at seta seg í samband við lýsingarfólkini aftan fyri in.fo beinleiðis her og nú, sum sølu-og marknaðarleiðarin tekur til.
Birgir W. Høgnesen sigur, at niðast í høgra horni á in.fo-síðuni er tað nú gjørt soleiðis, at lýsingaráhugað kunnu kjatta beinleiðis við seljararnar.
- Við nýggju tænastuni er in.fo tann einasti tíðindaportalur, sum hevur eina slíka tænastu.
Sølu-og marknaðarleiðarin leggur aftrat, at Miðlahúsið fær rættiliga nógvar fyrispurningar á teldupostum dagliga, og fólk velja eisini av og á at fáa fatur á sølufólkunum á facebook.
- Men, við hesum nýggja møguleika eru lýsararnir komnir eitt fet tættari sølufólkunum í Miðlahúsinum. Hetta við skjótleikanum skilja vit í Miðlahúsinum sera væl og hava umhugsað, hvør besti samskiftismøguleikin er.
Birgir W. Høgnesen sigur, at nú verður hetta roynt, og hann sigur seg vóna, at lýsarar fara at merkja, at soleiðis verður skjótari at fáa fatur á sølufólkunum hjá in.fo.