Kommunuvalið og kanska serliga orrusturnar í kjalarvørrinum á kommunuvalinum, serliga í Havn, hava sett sín dám á tíðindaflutningin seinastu dagarnar.
Politikkur hevur tí fylt nógv í miðlunum, eisini her á in.fo. Vanliga verður sagt millum fjølmiðlafólk, at »politikkur selur ikki« – ella at fólk tíma ikki at lesa um politikk.
Men eingin regla uttan undantak. Stríð, klandur og svik, tað selur – eisini tá tað snýr seg um politikk. Tí hava sera nógv fólk lisið portalarnar seinastu vikuna, og tað sæst aftur í lesaratølunum.
Portalurin skrivaði í gjár, at Portalurin hevði sett met við 100.212 unikum brúkarum. Tað merkir, at lisið verður frá 100.212 ymsum eindum, tað veri seg teldu, teldli ella fartelefon.
Í tíðini, tá Miðlahúsið skrivaði tíðindini á Portalinum – tað var frá 2000 til 2013, náddu vit tó eitt sindur hægri. Tí í viku 47 í 2011 setti Portalurin met við 101.394 unikum brúkarum í eina viku.
Í síðstu viku sló in.fo tó bæði hesi met, tí á in.fo vóru 102.009 ymsir brúkarar og sýndar vórðu 1.823.982 síður. Tað merkir, at 102.009 ymsir brúkarar hava lisið 1.823.983 greinar á in.fo í síðstu viku.









