Tíðindaportalurin hjá Miðlahúsinum hevur bara verið á marknaðinum í góðar tríggjar mánaðir, men longu nú kann staðfestast, at talan er nógv mest lisnu føroysku heimasíðuna.
Í meðal hevur in.fo havt fleiri enn 1 mió síðuvísingar seinasta mánaðin, og hóast einstakar aðrar síður hava fleiri brúkarar, so siga nógvu síðuvísingarnar greitt, at tað eru tíðindini á in.fo, sum hava størsta áhugan hjá lesarunum.
Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum, sigur, at tey eru bæði errin og fegin av undirtøkuni, sum in.fo longu nú hevur fingið.
- Fremsta orsøkin er heilt víst, at vit í Miðlahúsinum hava drúgvar royndir við at arbeiða á fleiri miðlapallum. Vit skrivaðu í fleiri ár tíðindi til portal.fo, og tí er tíðindaflutningur á netinum ein integreraður partur av okkara arbeiðslagi. Saman við fleiri góðum free-lance starvsfólkum eru tað fólkini her á redaktiónini, sum eiga æruna av, at vit longu eftir trimum mánaðum eru nógv mest lisna heimasíðan í Føroyum, sigur Jonhard Hammer.