in.fo app'in er nú klár

Nú ber til at taka niður in.fo sum app.

Nú ber til at taka niður in.fo sum app.

 

Líka síðani in.fo fór á netið um hálvan juli í summar hevur verið arbeitt við at fáa eina app tøka til snildtelefonir, og loksins er komið á mál.

 

Nýggja tíðindasíðan hjá Miðlahúsinum hevur verið væl umtókt – og stóra avbjóðingin var at koma á sama støðið, sum tað eydnaðist Miðlahúsinum at koma á við gomlu síðuni, www.portal.fo, sum Miðlahúsið hevur røkt og ment í 13 ár.

 

Ein liður í hesum er ein app, sum ger tað lættari at lesa síðuna á snildtelefonum so sum iPhone, iPad og Android. Hendan appin er nú klár og kann heintast á leinkjunum niðanfyri.

 

Tak niður in.fo appina til iPhone og iPad VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Tak niður in.fo appina til Android VIÐ AT TRÝSTA HER