Influensan hasar av

Meksikonsku myndugleikarnir siga, at nú eru bara heilt fáir nýggir tilburðir av svínakrími har Tað hava ikki verið so nógvir nýggir tilburðir av svínakríminum í Meksiko, sum heilsumyndugleikarnir stúrdu fyri, og nú halda teir, at sjúkan hevur og fer ikki at krevja fleiri enn umleið hundrað mannalív har.

Tað segði heilsumálaráðharrin, Jose Angel Cordova, við fjølmiðlarnar í gjár. Hann segði, at frá sjúkrahúsum um alt landið eru boðini, at altsamt færri fólk gerast sjúk av kríminum, og at bara nakrir heilt fáir tilburðir hava verið teir seinastu dagarnar.

Meksikonsku myndugleikarnir hava fyrr sagt, at í hvussu er 60 fólk eru deyð av svínakríminum, men at tað veruliga talið ivaleyst er nakað størri. Kanska umleið 100.