Influensa A er nú heimsfarsótt

Heimsheilsustovnurin, WHO, metir nú H1N1-influensuna, eisini kallað svínakrím sum eina pandemi. Hetta skrivar heimasíðan hjá DR. Tað merkir, at influensan nú er ein heimsfarsótt.

- Heimsheilsustovnurin hjá ST hevur í einum brævi til øll limalondini hækkað hóttanarstigið til 6, sum er tað hægsta á pandemistiganum, sigur Anders Tegnell frá svenska pandemibólkinum.

- Er hetta nú ein epidemi?

- Ja, vit kunnu ikki tulka tað upp á nakran annan máta, sigur Tegnell. Boðini eru greið, sigur hann.

WHO hevur kallað inn til tíðindafund í Geneve klokkan 17.

Heitið pandemi sigur einki um, hvussu vandamikil eina sjúka er, men hvussu útbreidd hon er.

Aðalskrivarin í heimsheilsustovninum, Margaret Chan, fór í gjár klokkan 11 á fund við ráðgevar og serfrøðingar. Útbreiðslan av virusinum í Victoria í Avstraliu var orsøkin til kreppufundin. Fimm fólk eru innløgd á intensivu deild í Avstralia, og yvir 1000 tilburðir av sjúkuni eru staðfestir í landinum.

Í gjár tosaði leiðslan í heimsheilsustovninum við myndugleikarnar í teimum ringast raktu londunum, til tess at fáa staðfest upplýsingar um talið av smittaðum, boðar bretska kringvarpið BBC frá.

Stovnurin hevur higartil skrásett 27.737 tilburðir av H1N1-smittu í 74 londum. Av teimum smittaðu eru 141 deyð.