Indiski forsætisráðharrin, Manmohan Singh, ávarar nú um, at tann góði búskaparvøksturin í landinum kann verða darvaður av teirri veksandi inflasjónini. Hann vil tí hava tiltøk beinanvegin.
Reuters skrivar, at prísurin á matvørum er hækkaður 17 prosent í India tað seinasta árið. Harafturat er oljuprísurin hækkaður munandi í seinastuni, nú oljan er farin upp um 100 dollarar fyri tunnuna.
Tjóðbankin hevur roynt at tálma gongdini við at hækka rentuna, sum mer hækkað sjey ferðir teir seinastu 12 mánaðirnar. Sambært Reuters stúra fleiri serfrøðingar fyri, at myndugleikarnir eru um at missa tamarhaldið á inflasjónini.
India hevur havt stóran vøkstur í búskapinum tey seinnu árini. Í fjør var vøksturin níggju prosent.