Infiniti til Evropa í 2008

Tað verður ein løta enn til luksusbilarnir hjá Nissan, Infiniti, koma til Evropa. Infiniti er luksusbilmerki hjá Nissan

Eins og Toyota hava Lexus og Honda hava Acura, sum serliga eru ætlaðir til amerikanska marknaðin, er Infiniti luksusbilmerki hjá Nissan.
 


Infiniti hava als ikki verið seldir í Evropa áður, men nú eru teir ávegis.
Eftir ætlan koma teir næsta ár til Kina og Ukraine, og í 2008 koma teir so til Evropa og verða eisini seldir í Danmark og í Føroyum. 
Infiniti, ið verða gjørdir bæði í Japan og USA, eru stórir flottir luksusbilar við V6 og V8 motorum. Um teir vórðu seldir í Danmark í dag, hevði prísurin ligið frá 800 túsund til 1,4 millión. Her hjá okkum verða teir ivaleyst væl bíligari.