Í 2008 kemur eitt nýtt bilmerki at kappast á marknaðinum fyri luksusbilar í Evropa. Talan er um Infiniti, ið er luksus bilmerki hjá Nissan. Infiniti hava verið seldir í USA síðan 1989 og verða eisini seldir í Miðeystri og í Asia.
Eftir at japonsku bilverksmiðjurnar Honda og Toyota í 80-unum fingið sær síni egnu luksus bilmerkir við ávikavist Acura og Lexus, serliga ætlað til amerikanska marknaðin, komu Nissan í 1989 við sínum luksusbilmerki, ið fekk navnið Infiniti.
Infiniti hava ikki verið seldir í Evropa áður, men nú eru teir ávegis. Eftir ætlan koma teir til Evropa í 2008, og verða teir eisini seldir í Danmark og í Føroyum. Infiniti, ið verða gjørdir bæði í Japan og USA, eru flottir og væl útgjørdir luksusbilar við V6 og V8 motorum.