Infernal veitsla í REX

Seinastu ferð Infernal vitjaðu í Føroya broyttu donsku super­stjørn­ur­nar Gøtu­sand til eina stóra dans­i­veitslu, har fleiri túsund fólk hopp­aðu og dans­aðu í takt við glaða diskotekstónleikin

– Leygarkvøldið flyta vit veitsl­una inn í REX, tá fyrr­ver­andi X-Fac­tor dóm­ar­in Lina Rafn og Paw Lag­e­rman spæla konsert.
Soleiðis skrivar Rex í tíð­inda­skrivi.
Infernal telist millum størstu donsku popp­nøvn­ini gjøgn­­um tíð­ir­nar, og mill­um tey fáu norð­ur­lendsku nøvn­ini, ið hava megn­að at sleppa í topp 5 á enska hitt­list­a­num. Bólk­urin hev­ur 15 ár á baki og hev­ur støð­ugt lat­ið hitt úr hond­um. Størsta hittið er uttan iva From Paris to Berlin, ið megn­aði at liggja á enska topp 5 list­a­num í 7 vikur, og topp­aði á einum 2. plássi.
Føroyingar minnast iva­leyst Linu Rafn, sum ljós­hærda X-Factor dómaran, ið førdi  føroysku Lindu And­r­ews til sig­ur­in í kappingini, alt me­ð­an hon støðugt skeld­aði­st við Thomas Blach­man. Men danski popp­sang­ar­in er sjálv fram­úr á ein­um palli. Seinast hon vitj­aði her við bólki sín­um In­fer­nal, skrivaði um­mæl­arin hjá Sosialinum Niels Uni Dam m.a. soleiðis:
»Talan var um eina seks­utta og stutt­liga kon­sert við nógv­ari orku og á trem­ur við fang­andi popp­løg­um (...) Ser­liga løgi­ni 10 miles, Kal­inka og From Paris To Berlin fingu sandin at lyfta seg.«
Ummælarin kallaði fram­førsl­una eitt heild­ar­show og eitt beach­p­arty. Men vísa á, at bólk­ur­in eis­ini hevði ann­að upp á hjarta enn hetta:  »Bólk­ur­in vísti í fleiri løg­um, at tey eis­ini dugdu ann­að enn buk­andi disk­o­rútm­ir, her var ser­liga hálv­fúla lag­ið Dres­sed In Blue frá­líkt, eitt sera funky og feitt lag«.
– Nú kunnu før­oy­ing­ar aft­­ur uppliva henda fram­­úr­skar­andi danska popp­bólk­in, tá In­­fern­al fer á pall leyg­­ar­­kvøldið í REX, sig­ur Rúni Djurhuus, sum legg­ur afturat, at dyrn­ar lata upp klokk­an 24.