Infernal til Føroya í dag

Í dag kemur danski bólkurin Infernal aftur til Føroya. Hetta er ikki fyrstu ferð, at bólkurin vitjar í Føroyum, men hesaferð er eitt serstakt høvi. 

 

Tí í hesum tíðum er Infernal á rundferð í Danmark, og á skránni er teirra 20 ára jubileumskonsert. Í tí sambandi vitja tey eisini í Føroyum og í kvøld spæla tey í Luux. 

 

 

Infernal hevur fleiri ferðir spælt í Luux, einaferð spælt á G! festivalinum og síðani spælt á Tórsfest.