Infantino takkar Føroyum

FIFA forseta valevni, Gianni Infantino, takkar alment Føroyum fyri stuðulin

Mynd frá Twitter

Fótbóltssamband Føroya boðaði í gjár frá alment, at fótbóltssambandið stuðlar sveisaranum, Gianni Infantino, sum komandi FIFA forseta, tá fótbóltssambandið skal greiða atkvøðu fríggjadagin tann 26 februar.

 

Les eisini: FSF peikar á sveisara

 

Og tíðindini eru ikki farin framvið borðinum hjá sveisiska valevninum.

 

Á Twitter skrivaði Gianni Infantino í gjár, at hann takkar Føroyum fyri stuðulin. Í tweetinum stendur soleiðis.

 

-       Ótrúliga væl nøgdur at at fáa stuðul frá franska fótbóltssambandinum og frá føroyska fótbóltssambandinum. Takk fyri stuðulin.

 

Gianni Infantino hevur seinastu sekstan árini starvast hjá europeisku fótbóltssamgonguni, UEFA. Fyrstu níggju árini sum leiðandi løgfrøðingur, og síðani 2009 sum aðalskrivari hjá UEFA.

 

Tweetið hjá Gianni Infantino kann síggjast her.

Mynd frá Twitter

Mynd frá Twitter

Mynd frá Twitter

Mynd frá Twitter

Mynd frá Twitter