Ineffektivitetur og Evropa

Vodafonedeildin - Dysturin millum B36 og ÍF segði tvær søgur. Onnur var um afturvendandi ineffektivitetin hjá B36, og hin var um ÌF, sum ikki megnar at vinna seg uppá eitt europeiskt sæti aftur

Landsliðsvenjarin, Brian Kerr var eygna­vitni til dystin, og hann kundi ið hvussu er fegnast um, at Jákup Mikkelsen er væl fyri, um írin sendir boð eftir tí 40 ára gamla, roynda veteraninum til undan­kappingardystirnar ímóti Slovenia og Norður-Írlandi fyrst í oktober. B36 hevði eina ørgrynnu av mál­møguleikum, og at tað bara eydnaðist árstalsfelagnum at skora eitt mál komst fyrst og fremst av, at Jákup Mikkelsen var so stinnur í ÍF-málinum. Tað var tó ikki bara Jákup Mikkelsen sum vardi fyri. Tríggjar ferðir vóru stengurnar við fuglfirðingum. Hjá ÍF gjørdist tapið tó ein duppultskaði. Liðið vann seg ikki upp á liðina á grannunum úr Vìkingi, sum hava 40 stig á fjórða plássi. Samstundis lótu teir upp fyri møguleikanum hjá B36 at vinna seg uppá fimta plássið, sum gevur 14 heimadystir í vodafonedeildini kom­andi kappingarár. Eitt 6. Pláss ella lægri gevur 13 heimadystir í voda­fonedeildini í 2011.

Perlumál
Bert eitt mál kom í dystinum, men sigast má, at tað var eitt perlumál av dimensjónum. Uppleggið til málið átti Hjalgrím Elttør, sum eftir gjøgnumbrot í vinstru legði bóltin út frá, og á brotsteigarmarkinum hamraði Róaldur Jacobsen bóltin upp í nettakið aftanfyri Jákup Mikkelsen. Málið er eitt hitt vakr­asta, sum er skotið í Gundadali í ár. B36 vassaði í málmøguleikum, men málið hjá Róaldi gjørdist tað einasta, sum skilti liðini.

Jónas var nøgdur
Aftaná dystin var Jónas Tór Næs væl nøgdur við, at B36 nú hevur fingið sjey stig í teimum seinastu trimum dystunum. Seks stig eru upp til eitt europeiskt pláss, og tað ætla teir í B36 avgjørt at royna eftir. Andy Olsen helt ikki, at teir í ÍF vóru so niðurspældir, áðrenn B36 kom á odda, men hann ásannaði, at aftaná málið hjá Róaldi Jacobsen stóð á gomlum nøglum hjá ÍF. ÌF brennur framvegis eftir at røkka Europa, men so má annar lútur til. Seinastu fýra dystirnir hava bert givið trý stig, og Andy Olsen ásannar, at nú skulu sigrar til, um teir skulu røkka sínum máli. Fyrst á leiðini er B71 á heimavølli komandi leygardag.