Indonesisk vika í SMS

Ofta hava nógv fjølbroytt tiltøk verið á torginum í SMS, men neyvan hava tað verið tiltøk, ið koma hesum nær. Ì hesum døgum hevur 3'arin í SMS indonesiska viku á torginum.

Rúni W. Højgaard


Tiltakið er roynt fyrr, men ongantíð við so stórum úrvali. Hesa ferð er tiltakið úti á torginum við einum størri og meira fjølbroyttum úrvali. Vit vóru á torginum mikumorgunin og tosaðu við ein av fyrireikarunum. »Sølan hevur hildnast væl, og sigast má, at hetta er eitt tiltak, ið heilt víst loysir seg peningaliga«, søgdu teir okkum. Um flutningin siga teir, at eisini hann hevur hildnast væl. Ein skuldi trúð, at meginparturin var illa farin, tá hann endiliga kom til Føroya, men so var ikki, tvørturímóti.

Vøran var sera væl innpakkað, og lítið og einki var brotið.

Vit spurdu Hans frá 3?aranum, um vørurnar vóru dýrar. Til hetta svaraði hann, at tað helt hann ikki. Tær liggja úr 5 krónum upp í góðar 2400 krónur. Men tær mestu liggja ímillum 50 og 100 krónur.

Endamálið við hesum er at vísa føroyingum indonesisku mentanina, siga teir í 3?aranum. Og so sjálvandi eisini gera okkurt øðrvísi.

Góðskan á vørunum er betri, enn teir høvdu væntað. Ein skal hugsa um, at alt er gjørt við hond, og at tey ikki fáa so góða løn.

Hetta er eitt sera gott tiltak, og væntandi fer tað at fáa góða undirtøku.