Myndugleikarnir í Indonesia bera ótta fyri, at gosfjallið Merapi fer at goysa hvørja løtu. 40.000 fólk, sum búgva nærhendis fjallinum, hava tí fingið boð um at fara burtur haðani.
Merapi er á oynni Java, og ein talsmaður fyri jarðfrøðistovnin á oynni sigur, at ógvusligt buldur inni í fjallinum boðar frá gosi. Harafturat rennur gosmynja oman úr gosopinum, sigur hann.
Merapi goysti fyri fýra árum síðani og sendi stór skýggj av gassi langt upp í luftina. Tað ringasta gosið har var í 1930, tá næstan 1.400 fólk doyðu.