Indiskur drongur serstaka útsjónd

Størsti dreymurin hjá Anshu Anwar er at gerast grøddur, soleiðis at hann kann fáa konu og børn og egna familju.

Ein drongur úr Punjab-landslutinum í India, 22 ára gamli Anshu Anwar, hevur eina serstaka sjúku sum ger, at høvdið á honum sær rættiliga øðrvísi út. Heilt síðan hann var føddur, hevur hann havt eina serstaka útsjónd, men eingin hevur kunnað sagt, hvør sjúkan er, sum ger høvdið so vanskapt.

 

Tað eru tey, sum rópa Anshu Anwar eina ”alien” og siga, at hann kann ikki vera av hesum heimi, tí útsjóndin er so sermerkt. Hansara størsti dreymur er at gerast grøddur og fáa eina vanliga útsjónd, soleiðis at hann kann fáa konu og børn og skipa sína egnu familju.

 

- Líkamikið, hvar eg fari, so rópa fólk meg eina ”alien”, sigur Anshu Anwar við Caters TV.

 

Hin 22 ára gamli stúrir fyri, at vegurin til tað hjúnalag, hann droymir um, er langur, men hann hevur framvegis vónir um, at læknarnir fara at kunna staðfesta, hvør sjúkan er. Pengar eru ikki til serlækna, sjálvt um hann arbeiðir níggju tímar um dagin á lokalari verksmiðju, tí lønin er einans 400 krónur um mánaðin.

 

- Tá eg varð føddur, tóku foreldur míni meg við til læknan, men hesin segði, at tað fanst eingin lekidómur fyri mínari sjúku, sigur Anshu Anwar, sum vónar, at stjórnin í landslutinum vil rætta honum eina hjálpandi hond, soleiðis at hann kann fáa eitt virðiligt lív.