Indiska sendikvinnan hitti landsstýrismannin

Fyrrapartin tann 27/4-2023 hitti indiska sendikvinnan í Danmark, Pooja Kapur, Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum í Tinganesi. Sendikvinnan var á arbeiðsferð í Føroyum.

 

Á fundinum umrøddu landsstýrismaðurin og sendikvinnan møguleikar fyri samstarvi millum India og Føroyar, og hvussu eitt styrkt samstarv kann skipast í formligar karmar, skrivar uvmr.fo.

 

- India verður í næstum heimsins fólkaríkasta tjóð, og India hevur ein skjótt vaksandi búskap. Eg síggi stórar møguleikar í at menna samstarvið við India á handilsøkinum og á øðrum økjum, eitt nú innan mentan, gransking, útbúgving og heilsu, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.