Indisk herskip bjargað fleiri gíslum

Indiski herflotin hevur bjargað fleiri gíslum og tikið fleiri somaliskar sjórænarar, sum vóru umborð á einum skipi, sum sjórænararnir brúktu sum móðurskip. Indiska verjumálaráðið sigur, at móðurskipið er eitt teilendskt fiskiskip, sum bleiv rænt úti fyri somalisku strondini fyri seks mánaðum síðani.

Talsmaðurin hjá verjumálaráðnum sigur, at 52 fólk vóru umborð á móðurskipinum, men tað er ógreitt, hvussu mong eru gíslar, og hvussu mangir sjórænararnir eru. Eitt herskip er nú á veg til Mumbai við gíslunum og sjórænarunum.

Indisk herskip hava leitað eftir sjórænarum í seinastuni. Fyri nøkrum døgum síðani boðaði eitt grikskt farmaskip frá, at sjórænarar høvdu søkt at skipinum einar 100 fjórðingar vestur úr Karala, sumer í útsynningspartinum av India.

Í morgun kom herflotin fram á móðurskipið, og aftan á nøkur ávaringarskot vundu sjórænararnir eitt hvítt flagg upp í mastrina sum tekin um, at teir góvu seg yvir, sigur indiska flotaleiðslan.