Indiavitjanin kann flyta mørk

-eins og kanningarferðin hjá Pløjen amtmanni í Hetlandi gjørdi tað fyri 150 árum síðani

Indiaferðin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

-Fyri 150 árum síðani var tað ein kanningartúrur, sum Pløjen amtmaður skipaði fyri í Hetlandi, ið setti gongd á føroyska fiskivinnu. Tað var tá, at føroyingar lærdu at fiska. Indiaferðin kann vera startskotið til, at vit duga at fóta okkum í altjóðagerðini. Slíkar ferðir sum henda til India er við til at flyta mørk og skapa grundarlag fyri nýggjari menning sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum júst afturkomin av drúgvari kanningarferð í India.

-Vit áttu at gjørt meira á hesum øki. Tað, at løgmaður er við, ger, at tú fær latið upp heilt aðrar hurðar, enn um tú bara fór einsamallur. Tað skal vera mín inniliga áheitan á eitt nú politisku skipanina í Føroyum, at fleiri slíkar ferðir verða gjørdar komandi árini. At løgmaður ella landsstýrismenn í størri mun fara út í stóru verð saman við føroyskari vinnu. Sjálvandi er tað vinnan, sum skal syrgja fyri, at tað kemur nakað ítøkiligt burtur úr. Men ein ráðharri hevur ein øgiligan møguleika fyri at lata hurðar upp. Hetta sóu vit t.d. í Cochin í Suðurindia, har løgmaður varð móttikin og uppvartaður sum ein forseti.
Tað hevur tí ómetaliga nógv at siga, at politiska skipanin fylgir við.

Jan Mortensen sigur, at tey einstøku virkini sjálvi mugu siga, hvat tey hava fingið burtur úr, men sjálvur heldur hann, at samanumtikið er sera nógv gott komið burtur úr hesi vitjan. Bæði ítøkilig mál og mál, sum liggja í stoypiskeiðini.

Tað er India, sum er in í løtuni, og tað er neyvan heldur av tilvild, at amerikanski og australski forsetarnir júst hava verið her á odda fyri stórum vinnulívsnevndum. Ísland hevur júst latið upp sendistovu her, tí teir síggja, at her liggja stórir møguleikar. Jan Mortensen vísir á, at vit longu hava dupultskattasáttmála við India. Tað er eingin trupulleiki at flyta fisk til India og virka hann har og síðani flyta lidnu vøruna út aftur. So leingi tú innflytur fyri at útflyta er eingin trupulleiki vísir hann á sum dømi um, hvat kann gerast og vísir á, at samanumtikið eru spírar lagdir. Eitt nú hevur felagið Simprentis fingið fótin innan fyri í indisku oljuverðini, Thor í Hósvík hevur fingið tætt samband við skipafyritøkur, Elektron og peningastovnarnir hava fingið samband við fyritøkur, sum vilja samvinna osfr.

Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum: