Leygarkvøldið fer Flemming Petersen at halda fyrilestur í Atlantis í Klaksvík um ymiskt, sum hann hevur upplivað millum Ache Indianararnar í Paraguay. Flemming Petersen hevur síðani 1982 vitja, og eftir førimuni roynt at hjálpt Ache Indianara bólkinum í Paraguay.
Hesin Indianara bólkurin hevur í øldir búleikast í regnskóginum í Paraguay og livað av tí, sum skógurin gav. Síðani fyrst í 80num eru livikorini hjá teimum alsamt versnaði, tí alt meira av regnskóginum verður høgt niður av nýbyggjarum. Í 1995 fingu Indianararnir tinglisið eitt lendi á uml. 6.000 ha. til støddar. Hetta lendi varð ætlað til nýdyrkingar, men við handamegi er hetta ógvuliga tungt at fáast við.
Flemming fór í 1997 til Paraguay og tá keypti hann teimum ein traktor, reiðskap, olju og eykalutir til eina ársnýtslu. Hetta kom væl við hjá Indianarunum, men nú er traktorurin upp slitin, tískil hava teir í dag eingi amboð at dyrka hetta lendi við.
Flemming ætlar nú at keypa teimum ein nýggjan traktor og ein lastbil. Hann hevur sjálvur fingið nakað av peningi til vega við eini fløgu útgávu og DVD filminum, sum hann gav út fyri jól í 2006, umframt hetta hevur skótahjálpin avgjørt at ein partur av teirra inntøkum í ár fer til hetta endamálið.
Tískil verður heitt á fólk um at møta fjølment, tí allur peningurin, sum kemur inn í atgongumerkjasølu, fer óskerdur til hjálpararbeiðið hjá Flemming Petersen í Paraguay.
Tiltakið verður leygarkvøldið kl. 20 og kostar 100 kr.