Alla hesa vikuna hava umboð fyri føroyskt vinnulív við løgmanni á odda vitjað ymisk pláss í India. Ferðin byraði í New Dehli og endar í Bombay tíðliga í komandi viku.
Løgmaður var hjástaddur, tá ið íslendska sendistovan í New Dehli læt upp. Íslendski uttanríkisráðharrin, Geir M. Haarde, varð í seinastu løtu noyddur at avlýsa ferðina til India, og í hansara stað umboðaði Þorgerður K. Gunnarsdóttir íslendsku stjórnina. Á móttøkuni helt løgmaður stutta røðu og handaði mentamálaráðharranum málning eftir Amariel Norðoy. Um kvøldið var døgurði hjá danska sendimanninum, Michael Sternberg. Innboðin vóru løgmaður og føroysk vinnulívsfólk, íslendski undirvísingar- og mentamálaráðharrin, nýggi íslendski sendiharrin í New Dehli og hinir norðurlendsku sendiharrarnir.
Mánadagin varð skipað fyri ráðstevnu um indiskt vinnulív. Á skránni vóru millum annað fyrilestrar um banka- og fíggingarøkið, indiska KST-marknaðin og skipafarmaflutning. Ole Lindholm fra donsku sendistovuni í New Dehli greiddi frá, hvussu sendistovan kann hjálpa føroyskum fyritøkum at byrja virksemi í India. Rajan Kohli, aðalstjóri í indiska arbeiðsgevarafelagnum, setti ráðstevnuna, sum varð fyriskipað í samstarvi við indiska arbeiðsgevarafelagið FICCI. Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, helt røðu, eins og Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, segði nøkur orð
Jóannes Eidesgaard hitti mánadagin indiska matvøruráðharran, Subodh Kant Sahay í New Dehli.
Løgmaður greiddi frá Føroyum og serstakliga fiski- og flakavinnuni. Eitt nú greiddi hann frá ymiskum framleiðsluháttum, sum indarar hava sera stóran áhuga í. Subodh Kant Sahay segði, at í løtuni legði India dent á at menna fiskivinnuna, og tí hevur landið serstakliga stóran áhuga í at samstarva við Føroyar. India hevur eisini lagt seg eftir at styrkja samstarvið við Noreg og Ísland, og indiski ráðharrin fegnaðist tí um, at føroyingar eisini sýna áhuga fyri samstarvi við India. Serliga var tað botnfiskiveiðu og framleiðslutøkni, sum indiski ráðharrin sýndi áhuga fyri. Hóast India telist millum heimsins størstu fiskivinnulond, so er landið tøkniliga ikki væl fyri á hesum øki, sammett við Føroyar. ((- Fiskivinnan er eitt øki, sum vit fara at menna nógv komandi árini í landi okkara, og við samstarvi kunnu vit fáa felags gagn fyri Føroyar og India, segði ráðharrin. ((Indiski ráðharrin fegnaðist um, at løgmaður við fylgi fer til Cochin, sum er fiskivinnumiðdepilin í India. Har fer løgmaður at hitta fiskivinnuráðharran í Kerala Dominic Presentation.