India vil eisini upp á Mánan

Ein indisk roynd at senda eitt rúmdarfar á Mánan er í kvøld útsett av tekniskum orsøkum.

 

Indarar ynskja at teljast millum tey lond, sum hava sett rúmdarfar á Mánan, soleiðis sum USA, Rusland og Kina áður hava gjørt. Men, hin fyrsta royndin at senda rúmdarfar avstað er í kvøld vorðin útsett. 

Leingi hevur verið arbeitt við einari indiskari rúmdarverkætlan, men í kvøld - stutt fyri, at rúmdarfarið skuldi sendast avstað - noyddust indarar at útseta ferðina orsakað av tekniskum trupulleikum.

Tað sigur ein talsmaður fyri indisku rúmdarverkætlanina, sum verður rópt Indian Space Research Organization (Isro), og tað er tíðindastovan AP, sum ber hesi tíðindi.

##med2##

Útskjótingin varð útsett minni enn ein tíma, áðrenn Chandrayaan-2 skuldi sendast avstað við kós móti Mánanum. - Ein tekniskur trupulleiki varð staðfestur í mánalendingarfarinum, skrivar Space Research Organization (Isro) á Twittere.

Um tað fer at eydnast indarum at seta eitt rúmdarfar á Mánan, verður India fjórða landið í heiminum - eftir USA, Rusland og Kina - sum megnar eina bleyta og skipaða lending á Mánanum við einum mánabili.

.