India ávarar um yvirgang

Lond í Vesturheiminum og tey arabisku oljulondini eiga at fyrireika seg til eina røð av yvirgangsatsóknum at búskaparligum málum Ávaringin kemur frá indiska trygdarráðgevanum, Narayanan, sum vil vera við, at al-Qaeda hevur fingið sær fleiri venjingarstøðir nærhendis markinum millum Pakistan og Afghanistan.

Sambært trygdarráðgevanum hevur indiska fregnartænastan upplýsingar, sum vísa, at yvirgangsmenn úr 14 londum fáa venjing frá al-Qaeda.

Ætlan teirra er at søkja at týðandi politikarum og búskaparligum málum so sum oljuleiðingum, oljugoymnslum, stórum tangaskipum og streymveitingini við Persaflógvan, skrivar BBC úr India í morgun.