India kvett alt samstarv við Danmark

Myndugleikarnir í India hava boðað danska sendiharranum í New Dehli frá, at alt samstarv millum tey bæði londini er steðgað. Orsøkin er, at danska dómsvaldið hevur sýtt fyri at útflýggja danan Niels Holck, sum í 1995 var við til at smugla vápn til ein uppreistrarbólk í Vesturbengalen.

Lene Espersen váttar fyri fjølmiðlunum, at India hevur steðgað øllum samstarvi við Danmark. Hon sigur seg harmast indisku avgerðina. Hon sigur eisini, at hon skilir indisku misnøgdina, men leggur afturat, at hvørki vil ella kann leggja seg út í eina avgerð hjá dómsvaldinum.

Danska stjórnin ætlaði at útflýggja Niels Holck til rættarsókn í India, men býarrætturin í Keypmannahavn og eystari landsrættur søgdu nei. Dómararnir hildu, at tað var ov stórur vandi fyri, at Niels Holck fór at verða píndur, bleiv hann settur í fongsul í India.