India hevur sett kósina ímóti tindunum

India hevur staðið ovast á breddanum bæði heima og úti seinastu vikurnar. Og tað er ikki av tilvild, at heimsins eygu nú eru vend ímóti tí fólkaríkasta fólkaræðinum í heiminum. Landið hevur sera góðar vakstrarmøguleikar, og tí vilja fleiri lond hava lut í tí búskaparligu framgongdini, ið stendur fyri framman. Harumframt hevur máttmiklasti maður í heiminum, amerikanski forsetin George Bush, júst gjørt eina avtalu um kjarnorku, sum fer at nøkta orkutørvin, ið kemur í kjalarvørrinum av búskaparligum vøkstri

India verður tann nýggja vakstrarbumban í Asia. Hesum eru fleiri serfrøðingar samdir í. Framskrivingar hjá fyritøkuni Goldman Sachs frá 2003 spáa, at India komandi áratíggjuni fer at gerast tann skjótast vaksandi búskapurin í heiminum.
Tað er eftir øllum at døma ikki av tilvild, at løgmaður valdi júst India sum ferðamál hjá føroysku sendinevndini, ið júst hevur vitjað asiatisku hálvoynna.
Men India er samstundis eitt av teimum mest fátæksligu og tilafturskomnu londunum í heiminum, har ein stórur partur av fólkinum livir í svárasta fátækradømi. Hvussu samsvarar tað ovurstóra bjartskygni við nøkur av teimum serstakliga døpru hagtølunum?
Ætlanin við hesi grein er at varpa ljós á India, ið er eitt sera samansett og fjølbroytt land við stórum menningarmøguleikum øðrumegin og einum á fleiri økjum tilafturskomnum samfelag hinumegin.
Tað nýggja vakstrarøkið
Seinastu tíðina hevur USA alment fríggjað til India, sum rættiliga er komið í miðdepilin seinastu árini, og alt fleiri stats­leiðarar vitja India í eini roynd at knýta búskaparlig bond landanna millum.
Frágreiðinin hjá Goldman Sachs metir, at indiski búskap­urin komandi fimtan árini fer at leggja bæði tann italienska og tann bretska búskapin afturum seg. Slíkar framskrivingar eru sjálvsagt sera svikaligar og eru tengdar at nógvum øðrum búskaparligum og politiskum faktorum, men tendensurin er ikki at fara skeivur av.
Stórar indiskar fyritøkur kunnu longu nú vísa á ovurstóran vøkstur, og gongdin fer væntandi at halda fram komandi árini. Ein av orsøkunum er, at India seinastu fimtan árini hevur latið dyrnar upp fyri umheiminum og hevur boðið globaliseringini vælkomnari.
Bretski fíggjarmálaráðharrin, Gordon Brown, hevur í hyggju at skipa fyri umfatandi átaki til frama fyri bretskt vinnulív í India, eftir at bretska stjórnin hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri at hava ligið sjóvarfallið av sær í sambandi við møguleikarnar hjá bretskum vinnulívi í fyrrverandi bretska hjálandinum.
Ein av orsøkunun til teir bú­skaparligu vakstrar­møgu­leik­arnar er sjálvsagt fólka­grundarlagið. India hevur fyri stuttum rundað milliardina og hevur næstflest íbúgvar av øllum heimsins londum. Amerikanskar, bretskar og aðrar vesturlendskar fyritøkur vilja sjálvsagt hava atgongd til hendan marknaðin, og India fer óivað at gerast eitt sera áhugavert øki hjá multinationalum fyritøkum.
Ovurstórt fátækradømi
Spurningurin er tó, hvussu eitt land við gigantiskum sosialum trupulleikum og fátækradømi brádliga kann gerast eitt møgu­ligt vakstrarøki. Í løtuni er India nevniliga at meta sum eitt tilafturskomið land, um hugt verður eftir teimum turru tølunum.
Meira enn 300 milliónir indarar liva fyri minni enn ein dollara um dagin, ið er fátækra­markið hjá ST, og 40 prosent av øllum heimsins íbúgvum, ið liva undir fátækramarkinum, liva í India. Harumframt hevur India næsthægsta talið av HIV-smittaðum innanfyri síni landamørk (hetta er tó bert umleið 1 prosent av landsins íbúgvum), og meira enn helmingurin av øllum indiskum kvinnum eru analfabetar.
ST ger hvørt ár eina met­ing av øllum heimsins londum, ið verður nevnt Human Development Index. Metingin verður gjørd við støði í tølum um inntøku, heilsu, lesi- og skrivievnum og øðrum viðkomandi mátingum viðvíkjandi vælferð. Á hesum lista liggur India á 124. plássi av tilsamans 177 londum. Til­afturskomin lond sum Sýria, Sri Lanka, Vietnam og Dominikanska Lýveldið liggja frammanfyri India á hesum lista.
Í sekstiárunum hevði India eins høga bruttotjóðarúrtøku sum Suðurkorea, hvørs BTÚ í dag er trettan ferðir hægri enn tað hjá India. Vantandi búskaparlig menning hevur eisini verið eitt eyðkenni fyri India, síðan sjálvstýri gjørdist veruleiki í 1948, og korruptión í landsins almennu umsiting hevur verið ein stórur bági í hesum sambandi.
Hesi heldur døpru hagtøl bera ikki júst boð um eitt framkomið land, ið vert er at geva gætur í sambandi við búskaparligar vakstrarmøguleikar.
Tað er í veruleikanum merkis­vert, at India hevur megnað at hildið fast um demokratisku skipanina øll hesi árini, tá hugsað verður um vantandi úrslitini hjá landsins leiðslu og tað mangan heldur óstabila politiska landslagið.
Tað indiska demokratiið hevur mangan verið merkt av, at vælskipaðir minnilutabólkar hava tikið ræðið á landsins leiðslu, og tann breiði meirilutin hevur verðið við sviðusoð. Hetta hava verið jarðareigarar, valdmiklar kastur, bóndasamtøk og almenn fagfeløg, ið hava vunnið sær stóra ávirkan og fíggjarligar fyrimunir.
Tað sigur kanska ikki so lítið, at ein fimtingur av øllum limunum í indiska parlamentinum hava verið ákærdir fyri brotsverk, ið fevna um fíggjarundandrátt, neyðtøku og morð.
Lítið eftirlit við vøkstrinum
Um vit samanbera India við grannalandið Kina, síggja vit tvey heilt ymisk vakstrarmynstur. Í Kina verður eingin ætlan framd uttan góðkenning frá kommunistiska flokkinum, og øll menning verður meira ella minni stýrd av floksleiðsluni.
Vøksturin í India er hinvegin meira kaotiskur, av tí at landið er opið, og íbúgvarnir hava størri frælsi at liva og virka enn kinverjar.
India hevur síðan seksti- og sjeytiárini byrgt seg inni handan himmalhøgar tollmúrar, og tað hevur verið eitt haft um beinið á landsins vinnulívi, ið ikki hevur havt møguleikar at luttaka í altjóða handli av vørum og tænastum.
Men nú er India eftir øllum sólarmerkjum at døma klárt at taka ímóti umheiminum við øllum tí, sum hartil hoyrir.
Nú er nevniliga tó vent í holuni. Við forsætisráðharranum Manmohan Singh á odda fyri eini mið-vinstra samgongu hevur indiska stjórnin roynt at givið útlendskum fyritøkum leysari teymar á indiska marknaðinum, og tað hevur eisini borið ávøkst.
Singh er ein virdur politikari, ið longu í 1991 fór undir at liberalisera indiska búskapin við at bróta niður handilsforðingar og verjutoll. Singh hevur eina Ph.D. frá Oxford University og hevur áður staðið á odda fyri bæði Tjóðbankanum og Fíggjarmálaráðnum.
Kjarnorkuavtalan við USA
Amerikanski forsetin George Bush var fyri stuttum í India og undirritaði eina kjarnorkuavtalu landanna millum. Avtalan inni­ber í stuttum, at India bæði fær brennievni til kjarnorkuverk síni og fær innlit í nýggja sivila kjarnorkutøkni hjá ameri­kanarum.
India skal harafturímóti loyva altjóða kjarnorkustovninum IAEA at kanna tey kjarnorku­verkini, ið verða nýtt til sivil endamál. Tær hernaðarligu kjarnorkuætlanirnar eru framvegis stongd fyri altjóða samfelagnum.
George Bush hevur givið til kennar, at India er eitt ábyrgdarfult atomveldi, og samstundis er India eitt land, ið er vinarligt sinnað yvirfyri USA, hóast India var neutralt undir kalda krígnum. USA hevur við øðrum orðum góðtikið India sum eitt atomveldi, nú tríati ár eftir fyrstu royndarspreingingarnar hjá India.
Tað er øllum greitt, at India fær tørv á munandi meira orku enn í dag, og tí er kjarnorkan av alstórum týdningi fyri framhaldandi búskaparvøkstur.
Strategiskur felagsskapur
Eingin ivi er um, at USA við hesi avtaluni roynir at knýta vinarbond við India, tí USA hevur tørv á einum strategiskum samstarvsfelaga í Asia. Hugsanin er óivað, at India skal vera ein strategisk mótvekt ímóti einum totaliterum stórveldi sum Kina.
India hevur tó ongan áhuga í at enda sum lús millum tvær negl í stríðnum millum USA og Kina um heimsvaldið, tí handilssamstarv við Kina fer framhaldandi at vera ein týdningarmikil liður í menningini í India.
India er harumframt tann natúrligi samstarvsfelagin hjá USA í Asia. Landið hevur virkað sum eitt demokrati í nærum seksti ár  tó við misjøvnum úrslitum  og nú tann amerikanski forsetin roynir at byggja upp eina nýggja heimsskipan, har tær berandi kreftirnar eru lond, ið hava somu virðir sum USA, er India eitt upplagt val.
Vandin við avtaluni millum USA og India er tó, at fleiri lond fara at síggja fyrimunin í ikki at geva seg undir NTP-avtaluna, ið miðar eftir at avmarka útbreiðsluna av kjarn­orkuvápnum. India hevur ongantíð skrivað undir hesa avtaluna orsakað av hennara diskriminerandi endamálsgrein, tí India hevur altíð hildið fast um rættin til kjarnorkuvápn.
Nýggja avtalan millum USA og India fevnir miðar eisini eftir at betra handilssamstarvið millum hesi bæði londini. USA sær nevniliga eisini teir stóru marknaðarmøguleikarnar, ið kunnu gerast veruleiki í India innanfyri eitt ikki ov langt áramál.
Tann nýggi marknaðurin í India kann gerast gullverdur hjá amerikanskum fyritøkum, um tær fáa marknaðaratgongd og harvið fáa lut í komandi búskaparvøkstrinum.
Hóast India framvegis hevur langt eftir á mál, áðrenn tað kann javnmetast við framkomin lond í Vesturheiminum, er eingin ivi um, at India hevur sett røttu kósina, og vit kunnu vænta, at fokus framhaldandi verður á hetta fólkaríka landið miðskeiðis í Asia.

Keldur:
Newsweek 6. mars 2006
The Daily Telegraph 1., 4. og 6. mars
Politiken 2. mars