Í triðja umfari er broytingin tann, at bólkurin The Dreams av serligum orsøkum hevur givið avboð til kappingina, og avloysari er bólkurin India úr Eysturoynni.
Eisini í fjórða og seinasta umfari er ein broyting. Har er bólkurin hjá Karl Anton Klein, onkikanndiskuterast.altkann, komin við fyri annan bólk, sum mátti geva avboð. Karl Anton, sum rockaði og rullaði við berum bibbum í Fuglafirði fyri tveimum árum síðani, kann sostatt upplivast aftur hesaferð