India fer at senda eitt far til Mars

Indisku myndugleikarnir arbeiða við einari ætlan um at senda eitt rúmdarfar til gongustjørnuna Mars næsta ár. Tað segði Manmohan Singh, forsætusráðharri (myndin), tá hann helt røðu í dag í sambandi við, at dagurin er indiskur frælsisdagur.

Næsti partur av ætlanini er at senda eitt mannað rúmdarfar til mánan í 2016.

Málið er, at indiska rúmdarumsitingin, ISRO, skal senda eitt far til Mars í november í 2013. Sambært stovninum eru millum 450 og 500 milliónir krónur settar av til Mars-ferðina.

Nógvir indarar eru stoltir av landsins rúmdarverkætlan, men tað eru eisini fleiri, sum fýlast á, at myndugleikarnir brúka so nógvar pengar til rúmdarferðir, samsrundis sum milliónir av indarum stríðast við fátækradøm og vánaligan mat.