Stig Toft Madsen, sum er Indien-serfrøðingur við Center for Øst- og Sydøstasienstudier við Lunds Universitet sigur við heimasíðuna hjá Danmarks Radio, at hesin bólkurin ynskir at betra um viðurskiftini hjá teimum 150 mió av muslimum í Indien.
- Men teir vilja fegin fáa hevnd fyri tað órættvísið, sum er víst ímóti teimum indisku muslimunum. Í Bombay (sum nú eitur Mumbai) vórðu muslimar álopnir av hindu’um í 1992, uttan at málið fekk eina uppgerð í rættarhølunum, sigur hann.
Deccan Mujaheddin er ein higartil ókendur bólkur, men orðið Deccan vísir til eina hálvoyggj har suðuri í landinum. Bólkurin er tí, eftir øllum at døma ein undirbólkur hjá Indisku Mujaheddin, sum hevur tikið ábyrgdina fyri fleiri terrorhandlingum í India.
Mett verður, at hetta sera væl skipaða álopið í gjárkvøldið er komið óvart á indisku myndugleikarnar.
- Hetta seinasta árið hava fleiri álop verið ímóti Indian Mujaheddin og faðirfelagsskapinum SIMI (Students Islamic Movement of India). Tað ger tí fólk bilsin, at teir eru førir fyri at skipa fyri eini so stórari aktión. Teir indisku myndugleikarnir trúðu í roynd og veru, at teir høvdu forkomið hesum bólkunum, sigur Stig Toft Madsen.
Áður hava hinduistiskir terrorbólkar svara aftur uppá muslimsk álop, men danski serfrøðingurin væntar ikki, at álopið verður afturlønt hesaferð, tí tað er serliga vent ímóti útlendingum í Indien.
- Síðani í 2002 hava verið nógv bumbuálop, har hindu’ar ikki hava lønt teimum aftur. Men ein møguleiki er sjálvandi, at tað eru rabiatir hinduar í Mumbai sum gera tað, sigur hann.