India á Asfalt

Eftir seinkan og eina ikki-so-ræðuliga-stuttliga-allíkavæl introduktión, fóru India á pall inni í Tjóðpallinum.

Tónleikurin hjá hesum Eystur- og Streymoyar bólki fellir onkustaðni ímillum Nirvana og Iron Maiden, bara við eitt sindur meira innibrendum testostoroni í blandingini. Tað er ikki nógv at siga um framførsluna. India vóru einki serliga áhugaverdir at hyggja eftir og synd at siga næstan líka óáhugaverdir at lurta eftir. Eg veit, teir hava spælt fyrr (á Prix Føroyum og GBOB) og Einar, bassleikarin, hevur nógv ár á baki, men teir ljóða enn sum ein kjallarabólkur. Bæði løgið og keðiligt. Og óáhugavert. Tíverri. Ája... Næstu ferð skuldi tann ikki-syngjandi gittarspælarin dempað diskantin. Eg mátti halda fyri oyra tá ið hann spældi solo.

 

Arni Zachariassen