Indiánari gjørdur til halgimenni

Tilsamans sjey katolikkar vórðu í gjár gjørdir til halgimenni í Vatikaninum

Benedikt XVI skrivaði í gjár søgu á Pætursplássinum í Vatikaninum.
Sum fyrsti pávi nakrantíð útnevndi hann ein innføddan indiánara til halgimenni. Heiðurin fall til Kateri Tekakwitha, ein mohawk-indiánara, sum livdi í 1600 talinum.
Káranin skapti stóra gleði millum mongu innføddu indiánararnar, sum høvdu tikið túrin tvørtur um hav fyri at vera til staðar stóru løtuna á Pætursplássinnum.
Tað er gleðiligt at síggja, at Gud vísir seg í øllum pøtrum av verðini, sigur Gene Caldwell frá indiánaraøkinum, Menominee í Neopit, Wisconsin, sum var á Pætursplássinum við Reuters.
Vit innføddu er u ógvuliga fegiin um at fáa Kateri til halgimenni, sigur hann.
Kateri Tekakwitha varð fødd í 1656 í tí økinum, sum vit í dag kenna sum New York, og hon doyðiu bara 24 ára gomul í Montreal í Kanada.
Pápi hennara var frá mohawk-fólkinum og mamman frá Algonquin-ættarbólkinum. Bæði doyðu av koppum, tá Kateri Tekakwitha var 5-6 ára gomul.
Hon búði síðani hjá sínum antikristna pápabeiggja, men gjørdist kortini bitin av religión, tá hon sum 11 ára gomul møtti trimum jesuittum. Hon byrjaði síðani at liva eitt lín viuð íblástri frá orðum teirra og gerðum. Níggju ár seinni varð hon doypt.
Sagt verður, at Tekakwitha undraði missionerarnar í USA við síni sterku trúgv. Hon sannførdi teir millum annað við at taka glóðheitt kol millum tærnar og sova við tornum.
Eftir deyða hennara skjulu fólk hava sæð hana gingið aftur, og tað hevur tí verið ein traditión at minnast hana líka síðani.
Umframt Kateri Tekakwitha vvórðu eisini seks onnur gjørd til halgimenni í gjár – millum onnur filipinarin Pedro Calungsrod, sum eins og Tekakwitha livdi í 1600 talinum og bert gjørdist 17 ára gamal.