Í hesi løtu stríðast menn við at reisa eitt stórt indiánaratjald á Nesi í Vági. Tað er fyritøkan Vilt, ið hevur keypt tjaldið, ið m.a. verður at síggja á Summarfestivalinum Fyritøkan Vilt hevur keypt eina sonevnda tipi, eitt indiánaratjald, sum í løtuni verður reist í lítla grótbrotinum á Nesi í Vági, og ikki sørt, at bilar seta ferðina niður, tá koyrt verður framvið.
Tjaldið er nevniliga stórt. 72 persónar rúmast at sita til borðs í tjaldinum. Fyritøkan Vilt ætlar at nýta tjaldið til ymisk tiltøk, og longu nú er greitt, at tjaldið eittnú verður á Summarfestivalinum í summar.
Møguleiki er eisini til staðar fyri, at tjaldið stendur úti á Tjaldarvíkshólmi á jóansøku.
Tjaldið hóskar eisini til smærri veitslur av ymsum slag, og eigararnir eru spentir uppá at síggja allar teir møguleikar, sum indiánaratjaldið hevur við sær. Og tað eru onnur óivað eisini, tí á Nesi í Vági koyra bilarnir munandi spakuligariní dag, enn aðrar dagar.