Indiánararnir ilskast inn á pávan

Benedikt pávi, sum er á vitjan í Brasil, hevur fingið øði í teir brasilsku indiánararnar.

Teir brasilsku indiánararnir eru illir um, at pávin á einum fundi við suðuramerikanskar kirkjuleiðarar hevur sagt, at upprunafólkið í Suðuramerika tók sjálvboðið við kristnari trúgv. Eingin noyddi tey at taka við trúnni, segði Benedikt pávi.

 

-Innast inni longdist teimum eftir kristindóminum, og tey tóku væl ímóti teimum kristnu trúboðarunum, segði pávin á fundinum við kirkjuleiðararnar.

 

Hendan tulkingin av søguni er fallin temum brasilsku indiánarunum fyri bróstið. Í einari kunngerð siga teir, at orð pávans eru merkt av hásinni og vantandi virðing.

 

Fleiri milliónir indiánarar lótu lív, tá evropeararnir løgdu Suðuramerika undir seg í 16. øld, og tann katólska kirkjan styðjaði hjálandapolitikkin.