Indiánarar í Brasil hava beint fyri 29 monnum, sum komu í øki teirra at leita eftir diamantum.
Brasilska stjórnin hevur sent 300 hermenn til eitt øki á markinum ímillum Brasil og Bolivia, eftir at uppøstir indiánar hava beint fyri 29 monnum, sum vóru komnir hagar at leita eftir diamantum.
Sambært myndugleikunum bendir nógv á, at indiánararnir hava avrættað teir 29 menninar, og at teir hava nýtt boga og ørv, spjót og gassar.
Talsmenn hjá indiánunum siga, at talan var um sjálvverju. Ein av talsmonnunum sigur við eitt blað í Brasil, at indiánararnir ætlaðu at melda teir 29 diamantgravararnar til løgregluna, men at partarnir brustu saman.
Í 1999 komu myndugleikarnir eftir, at nógvir diamantar eru í økinum hjá indiánunum við boliviska markið, og síðani hava fleiri roynt eydnuna har. Umleið 1300 indiánar búgva í hesum partinum av Brasil.