Indarar keypt SsangYong

Eftir at bilmerkið SsangYong mest sum hevur ligið í dvala í eina tíð, hevur indiska bilkonsernin Mahindra & Mahindra Ltd. nú yvirtikið suðurkoreansku bilverksmiðjuna.

Indarar eiga 70 prosent av partapeninginum í SsangYong, og framleiðslan heldur fram við nøkrum av teimum kendu modellunum. Ætlanin er eisini at víðka framleiðsluna til nógv ymisk nýggj modell. Tann fyrsti nýggi SsangYong verður Korando, sum er designaður í Evropa til evropeiska marknaðin. Korando, ið kemur á marknaðin í 2011, verður at fáa við í ymiskum útgávum og einum nýggjum Euro5 dieselmotori við 175 hk.