Incest-dømdur miljónir í endurgjaldi

Norski staturin noyðist nú at rinda einum 61 ára gomlum manni stórt endurgjald fyri, at hann av órøttum varð dømdur fyri incest móti dóttir síni. Í 1991 varð ein norðmaður úr Levanger dømdur fyri incest móti dóttir síni.

Maðurin, sum í Noregi varð róptur Levanger-maðurin, rýmdi til Filipsoyggjarnar og kom tí ongantíð at sita dómin av sær.

Tá málið var fyrnað í 2004, kom maðurin aftur til Levanger.

Seinni tók Gjenopptakelseskommisjonen málið uppaftur, og í 2007 varð staðfest, at maðurin kortini var ósekur.

Hin nú 61 ára gamli varð fríkendur.

Nú hevur so Frostating Lagmannsrett í Noregi dømt norska statin at rinda Levanger-manninum 3,5 miljónir norskar krónur í endurgjaldi fyri tort og sviða.

- Hetta betýðir alt fyri mannin, sum nú vónar, at eitt ræðuligt kapitul í lívi hansara er at enda komið, sigur advokaturin, Nils Aga við NRK.